Múlavegurin varð gjørdur í áttatiárunum. Vegurin er 7 km langur og liggur millum Norðdepil og Múla. Vegurin er einbreytaður grúsvegur, tó eru einstakir teinar asfalteraðir. Múlavegurin liggur í umleið 80 metra hædd úr Norðdepli og norður til Múla. Vegurin er einasti landsvegur í dag, sum ikki er asfalteraður.
Tríggir dvalarvikar eru gjørdir á vegateininum. Ein sunnan fyri bygdina, ein við Krossdalsá og tann seinasti í Ærgisdali.
Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar. Bygdin Múli, er ein avfólkað bygd, men húsini verða í dag brúkt sum summarhús.
Mælt verður til, at gjørdar verða vegakslar fram við vegnum, og at víkipláss verða gjørd við í mesta lagi 300 m frástøðu. Allur teinurin eigur at verða asfalteraður, og teinurin við Svarthamar má asfalterast innan stutta tíð.
Bilverja manglar á longum teinum, og hetta eigur eisini at verða gjørt.
Akslar og víkipláss:
39 mió. krónur.
Asfalt:
9 mió. krónur.
Bilverja:
4 mió. krónur.
Tilsamans:
52 mió. krónur.
Ongar avleiddar verkætlanir.
Eingin samvirkan.