Verandi vegur er 3,8 km langur, og vegurin liggur í brattlendi. Stórur partur av teininum er einbreytaður, hevur lítil og fá víkipláss, er uttan vegøksl, og hevur nakrar smalar brúgvar uttan bilverju. Í januar 2019 búðu 13 fólk á Skælingi og 117 í Leynum.
Ætlanin er, at dagføra vegin við at breiðka hann, gera fleiri víkipláss og víðka um verandi víkipláss. Samstundis er neyðugt at tryggja vegin, har brúgvar eru.
Niðan fyri er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).
Eingin av loysnunum er prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting.
Allar loysnirnar eru mettar út frá standardprísum fyri líknandi verkætlanir.
Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting.
Ongar avleiddar verkætlanir.
Eingin samvirkan.
2 ár