Viðmerkingar og tilmæli

Við væntandi broytingum av ferðslumynstrinum og tøkniligu menningini 
í sambandi við akfør á sjógvi og landi, er alneyðugt, at Strandferðslan og 
Landsverk fyrireika seg at tillaga samferðslukervið.

Um Vejdirektoratet í Danmark metir, at fyrstu sjálvkoyrandi bilarnir koma á danska marknaðin longu í 2030, kunnu Føroyar vænta, at tað ikki gongur long tíð, til bilarnir koma til Føroya. Umskipanin av ferðslu í sambandi við sjálvstýrandi akfør er longu byrjað í fleiri londum í vesturheiminum.

- Landsverk mælir til, at áðrenn fyrireikandi tiltøk verða sett í verk í sambandi við sjálvkoyrandi akfør, verður peningur játtaður til at heinta inn eftirsleipið á vegakervinum. Mælt verður til at játta 90 mió. krónur til viðlíkahald og eftirsleip í 20 ár. 70 mió. krónur fara til at varðveita verandi virðið, meðan 20 mió. krónur verða settar av til neyðugar og forsømdar ábøtur. Samlaða virði á eftirsleipinum er 375 mió. krónur.

- Í sambandi við mennandi tøknina og ítøkiliga arbeiðið, ið Landsverk helst skal byrja upp á um 5 ár, verður mælt til, at 5 mió. krónur verða játtaðar til stríping og skelting. Sjálvkoyrandi bilar, og nýggjastu bilarnir á marknaðinum í dag, lesa strípur og skelti á vegnum, og tað er alneyðugt, at hetta er á lesivinarligum støði. Stríping og skelting eigur at vera regluligt viðlíkahald í vanliga rakstrinum, men orsøkin til tilmælið um hægri játtan er, at tøkniliga menningin kann krevja ávísar broytingar í skeltingini og strípingini, og sensorar skulu kanska setast í vegjaðaran, soleiðis at sjálvkoyrandi akførini fáa upplýsingar um veður, vind og ‘flow’ í ferðsluni.

Viðmerkjast skal, at tilmælið fevnir um verandi tøkni innan sjálvkoyrandi bilar. Verður hugt longur fram í menningini, er møguligt, at tað ikki verður neyðugt við strípum o.ø., men asfaltið verður í øllum førum neyðugt í langa tíð afturat.

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: