Landshavnir og tyrlupallar

Havnir og ferjulegur

Játtanin til havnir er ætlað til at halda ferjulegurnar/landshavnirnar, 
sum landið eigur, á Gomlurætt, á Krambatanga, og á Syðradali (Kalsoy) og ferjulemmarnar á tveimum kommunalum ferjulegum (í Skopun og Klaksvík).

Fram til fimmtiárini vórðu havnirnar bygdar til ferða- og farmaflutnings. Í dag eru tað fleiri av hesum havnum, ið eru fult útbygdar til eisini at taka ímóti enn størri ferðamanna og farmaflutningsskipum, sum kunnu vera meira enn 100 metrar long og stinga sjey metrar.

LANDSVERK REKUR LANDSHAVNIRNAR Á:
   » Krambatanga
   » á Gomlurætt
   » á Syðradali
   » og ferjulegur, sum landið eigur í kommunalu
      havnunum, í Skopun og í Klaksvík.

Kommunurnar eiga og reka allar hinar havnirnar í landinum.

 


Mynd 1: Gamlarætt
 

Arbeiðið at reka havnirnar fevnir um regluligt eftirlit og viðlíkahald av eitt nú hydraulikskipanum, rampum, fendarum, streymi o.ø. Árligt eftirlit er, og annars verða ábøtur framdar eftir tørvi. Ávísar ábøtur vera gjørdar av undirveitarum, og aðrar uppgávur taka arbeiðsfólk hjá Landsverki sær av. Tað kann vera alt frá trupulleikum við rampum til útskifting av gummi í fendarum.

Asfaltið í havnunum er í høvuðsheitum í góðum standi.

Vanligi raksturin av havnum fevnir um fastar útreiðslur til umsiting, streym og regluligt eftirlit við ljósstýringum, sum skulu virka optimalt. 

Árliga játtanin til havnir er 5 mió. kr. Nevnast kann, at seinastu árini eru allar hydraulisku skipanirnar á ferjulegunum skiftar. 

Eisini eru stórar íløgur gjørdar á Krambatanga, har eitt nú tann eini bryggjukanturin er longdur, og fendarar settir upp fram við kantinum. Umframt at ein eyka fendari er settur upp á høvuðsatløgusíðuni. 

Arbeiðið at gera eina støðulýsing av øllum landshavnunum er farið í gongd. Ætlanin er at nýta sama leist sum í kanningum av brúgvum, har støðumeting er millum 0 til 5. Á henda hátt fæst eitt skipað yvirlit yvir, hvussu støðan á havnunum er, og tað fer at gera tað lættari at skipa arbeiðið at reka havnirnar. 

Tyrlupallar

Síðani 1981 hevur Landsverk gjørt flest allar tyrlupallar í landinum
og havt raksturin um hendi. Samanlagt eru 11 tyrlupallar, og av
teimum rekur Landsverk 10. Landssjúkrahúsið hevur ábyrgdina
av tyrlupallinum har. Landsverk hevur umsjónarfólk úti um landið,
sum eru knýtt at hvørjum tyrlupalli sær. Umframt uppgávur fyri
Landsverk, taka hesi fólk sær av avgreiðsluni av ferðaseðlum,
farmi og líknandi fyri Atlantic Airways, sum røkir sjálva tyrluflúgvingina.

 


Mynd 2: Tyrlupallur á Stóru Dímun
 

Við tí endamáli at varðveita bústaðar- og vinnuøkini á útoyggjunum, er regluligur tyrluflutningur alt árið til tær oyggjar, har torført kann vera at leggja at við skipi ella báti. Reglulig rutuflúgving er 3 dagar um vikuna - tó 4 dagar um summarið. Tyrlurnar flyta eisini neyðugan farm til og úr útoyggjunum, eins og tær kunnu veita skjóta hjálp í sambandi við sjúku ella vanlukku.

Tyrla er eisini sera hent í sambandi við flutning av rørslutarnaðum. Tyrluleiðirnar kunnu brúkast av øllum, men tey fastbúgvandi á oyggjunum hava framíhjárætt til plássini.

ENDAMÁLIÐ VIÐ TYRLUFLUTNINGSTÆNASTUNI ER:
   » Flyta ferðafólk og farm til og úr útoyggjum
   » Flutningur ísv. tilbúgving
   » Sjúkraflutningur annars
   » Frálandavinna
   » Onnur tilbúgving, t.d. í smb. við olju-basing

HENTLEIKAR Á TYRLUPALLUNUM TIL AT RØKJA HESAR UPPGÁVUR:
   » Fráfaringarhølir
   » Veðrið / veðurstøðir
   » Útvarp, telduútgerð o.a.
   » Hald
   » Egintilbúgving fyri pallin
   » Tangaanlegg
   » Umsjónarfólk

Játtanin til flogferðsluna verður nýtt til at reka tyrlupallarnar kring oyggjarnar. Arbeiðið at gera eina heildarkanning ella støðulýsing, júst sum við havnunum, av øllum tyrlupallunum, er byrjað. Ætlanin er at nýta sama leist sum í kanningum av brúgvum, har støðumeting er millum 0 og 5. Á henda hátt fæst eitt skipað yvirlit yvir, hvussu støðan á tyrlupallunum er, og soleiðis verður tað lættari at skipa arbeiðið frameftir.

Flogvøllurin

Flogferðslan er eisini ein partur av samferðsluni. P/F Vága Floghavn stendur fyri rakstrinum av Vága Floghavn og virkar fyri, at tað skal vera trygt at ferðast um flogvøllin. Í desember 2011 varð flogbreytin longd úr 1.250 til 1.799 metrar. Longda flogbreytin merkir, at flogvøllurin nú kann taka ímóti nógv størri flogførum enn áður.

Landsverk gjørdi kanningar av, hvar altjóða flogvøllur kundi staðsetast, umframt at stovnurin eisini gjørdi kanningar um møguligar staðsetingar til smærri flogvallir kring landið. Ætlanirnar um teir smærru flogvallirnar vóru sleptar, tí tyrluflúgvingin var vald at vera besta loysnin. Leikluturin hjá Landsverki var teknisk ráðgeving.


Mynd 3: Flutningskervið

Seinast dagført: 08.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: