31-08-2021
Sáttmálarnir undirskrivaðir til nýggja sambýlið á Mýruni
Í gjár vóru sáttmálarnir undirskrivaðir, til nýggja sambýlið fyri menningartarni á Mýruni, Tórshavn.

Týsdagin 31. august, vóru sáttmálarnir fyri sambýlið á Mýruni var undirskrivaðir. 

Játtanin fyir verkætlanina er 46 milliónir kr., smb løgtingslóg nr.11 frá 28 Januar 2021. 

Teknistivan MAP hevur tekna bygningin, og er arbeiði er deilt upp í tríggjar arbeiðstøkur.

// Stórarbeiðstøka 1 umfatar: Jørð, Kloakk, Lendi, Betong, Timbur, Múrara, Márara og Gólvarbeiði.

// Arbeiðstøka 2 umfatar: HVS, Ventilatión og CTS.

// Arbeiðstøka 3 umfatar alt el - arbeiði.

 

Á.T.S. v/Karstin Vang skal gera Stórarbeiðstøku 1. RenoVent skal gera arbeiðstøku 2, meðan Install skal gera arbeiðstøku 3.

Arbeiði byrjar væntandi fyrst í september í ár, og skal arbeiði eftir ætlan verða liðugt seinast í 2022. 

 

Myndina hevur Heini Egholm, verkætlanarleiðari, tikið. 

Úrslit: