Tað verður Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, sum fer at bjóða vælkomin. Síðani verður tað Dennis Holm, landstýrismaður í Fiski- og samferðslumálum, sum fær orðið. Aftaná hann fer Símin Hannus Johannesen, varaborgarstjóri í Húsvíkar kommunu, eisini at bera fram eina heilsan.
Tá røðurnar eru hildnar fer Annfin Johannesen at trýsta á knøttin at skjóta seinasta skotið. Anfinn, sum er dalbingur, starvaðist sum maskinførari hjá Landsverki í góð 40 ár í tíðarskeiðinum 1973 - 2013 Ein av hansara uppgávum hesi árini var at halda bratta vegin til Dals opnan fyri kava.
Eftir at skotið er ígjøgnum, bjóðar Landsverk til kaffi og køku í gamla skúlanum í Dali. Øll eru vælkomin.
Fakta um Dalstunnilin:
Talan er um ein 2.200 metrar langan og 8 metrar breiðan tunnil. Umframt hetta skulu eisini gerast 150 metrar av vegi Húsavíkarmegin, og 100 metrar av vegi Dalsmegin. Síðan skulu umleið 2.500 metrar av vegi afturat breiðkast.