Í døgunum 12.-14. september skipa Eystur- og Sandoyartunlar saman við Landsverki fyri skeiði í tunnilseftirliti, sum verður hildið á Hotel Hafnia. Talan er um eitt skeið, sum ikki bert vendir sær til eftirlit við undirsjóvartunlum, men við øllum sløgum av ferðslutunlum.
Undirvísarar vera Martin Heinesen, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, Eivind Grøv, professari og granskari, og Kirstin Hilde Holmøy, PhD og granskari, bæði frá SINTEF, og Jan Erik Hoel, Novapoint Bru, Tunnel og Armering, Vianova Systems.
Skeiðið í tunnilseftirliti verður kravt, tá eftirlit skal gerast í sambandi við nýgerð og viðlíkahald av tunlum.
Tveir teir fyrstu dagarnar verður undirvíst í jarðfrøði, serliga í sambandi við gerð av Eysturoyar- og Sandoyartunlunum, um spreingiarbeiði, eftirlit við tunnilsveggum og lofti (jarðfrøði), og um kanningar og trygging av einum tunli. Hesir dagar enda við, at luttakararnir fara í ein tunnil at royna tunnilseftirlitið í praksis.
Seinasta dagin á skeiðinum verður burturav undirvíst í NovaPoint Tunnel, sum er ein telduskipan til tunnilseftirlit.
Kostnaðurin fyri skeiðið er 4.995 krónur uttan mvg. Freistin fyri tilmeldingina, sum er bindandi, er hósdagin 25. august 2016.
Tilmelding fer fram við at senda teldubræv við navni á luttakara ella luttakarum til Rúnu Hjelm á ruhj@lv.fo. Skeiðið er treytað av, at nóg nógvir luttakarar tekna seg.