Skeiðið verður hildið í kantinuni hjá Landsverki á Tinghúsvegi 5 í Havn, og tað er Jógvan Elias Thomsen frá iBinder, sum stendur fyri frálæruni. Skeiðið er býtt upp soleiðis, at fyrri partur er ætlaður tilboðsgevarum og tann seinni brúkarum.
Skrá:
08.15–09.45 Skeið fyri tilboðsgevarum
Hesi evnir verða viðgjørd:
– Atgongd og innritan
– Grundleggjandi um brúkaraflatuna
– Mál og tíðarsona
– Heinta og síggja skjøl
– Hvussu senda vit spurningar?
– Samstarv
– Hvussu fáa vit boð, tá okkurt nýtt er?
– Leggja tilboð inn
– Hvat geri eg, tá brúk er fyri hjálp?
– Spurningar
10.00–11.30 Skeið fyri brúkarum
Hesi evnir verða viðgjørd:
– Atgongd og innritan
– Grundleggjandi um brúkaraflatuna
– Mál og tíðarsona
– Heinta og síggja skjøl
– Leggja skjøl og nýggjar útgávur inn
– Metadata og leiting
– Boðskipanin
– Hvussu fáa vit boð, tá okkurt nýtt er?
– Hvat geri eg, tá brúk er fyri hjálp?
– Spurningar
Skeiðið er ókeypis, men luttakaratalið er avmarkað. Tilmeding fer fram við at senda teldupost til: malu@lv.fo í seinasta lagi fríggjadagin 26. januar við at viðmerkja ”iBinder”.