02-07-2016
Skeiðsprógv sum HTU samskipari

SKEIÐ: Landsverk bjóðaði herfyri øllum áhugaðum á skeið innan økið heilsa-trygd og umhvørvi - vanliga stytt HTU. 

 

Landsverk er byggiharri á nógvum størri byggi- og anleggsverkætlanum, har stovnurin hevur ta yvirskipaðu ábyrgdina av at samskipa trygdarviðurskiftini á felagsøkjunum. Tí hevur stovnurin valt at skipa fyri einum í Danmark lógarkravdum arbeiðsumhvørvisskeiði, ið er ætlað teimum, sum hava áhuga í, ella í tí dagliga hava ábyrgdina av at samskipa heilsu, trygd og umhvørvi í slíkum verkætlanum.

 

Skeiðið “Arbejdsmiljøkoordinator i bygge og anlæg” var í tveimum umførum á tveir og tríggjar dagar. Á skeiðinum vóru fólk frá Landsverki, arbeiðstakarar og ráðgevar úr vinnulívinum. Tað var Per Stig Jørgensen frá Dansk Byggeri, ið tók sær av undirvísingini (Per er fremst í miðjuni á myndini).

 

Sum heild vóru luttakararnir nøgdir við skeiðið, og fingu teir allir prógv sum HTU samskipari. Orð varð sett á, hvørja ábyrgd og uppgávu hesir ymisku partar í verkætlanini hava, t.e. ráðgevin, tann prosjekterandi, byggiharrin ella arbeiðstakarin og onnur.

 

Er nóg stórur áhugi fyri tí, er ætlanin at skipa fyri slíkum skeiði aftur seinni. 

Úrslit: