15-12-2016
Smyril fingið betri atløguviðurskifti við Krambatanga

Í fjør heyst varð farið undir at leingja atløgupierin í ferjuhavnini við Krambatanga. Endamálið við verkætlanini hevur verið, at Smyril kann liggja tryggari í so at siga øllum veðri og øllum ættum í ferjuhavnini. Hetta hevur verið ein trupulleiki, líka síðani nýggi Smyril í 2005 byrjaði at brúka ferjuhavnina.

Útbyggingin hevur í høvuðsheitum fevnt um at leingja bryggjuna við 38 metrum og seta upp tríggjar fendarar afturat at binda skipið í.

- Arbeiðið hevur gingið væl, og vit eru fegin um, at Smyril umsíður hevur nøktandi atløguviðurskifti í Suðuroy, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, sum er byggiharri á verkætlanini.

Á Strandferðsluni er tey eisini sera væl nøgd við, at Smyril nú kann leggja trygt at á øllum ættum og liggja við bryggju í øllum veðri. Somuleiðis fyri manning og fólk á kainini, sum taka ímóti endunum hjá Smyrli.

- Hetta hevur ótrúliga stóran týdning teir dagarnar, tá tað er nógvur vindur á serliga útsynningi og útsynningivestri. Umframt av hava verið heldur ótrygt sum heild undir hesum umstøðum, so hevur tað verið ein stór avbjóðing at hildið skipinum við bryggju, og vit hava slitið nógvar endar, tá illveður hevur verið á hesum ættum, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.

Upprunaliga var ætlanin bert at leingja sjálvan pierin, men síðani varð avgerð tikin um at planera, slætta og asfaltera økið, so plássið í ferjuhavnini kundi víðkast til at seta bingjur og annan farm á.

Eisini landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Hendrik Old, kennir seg sannførdan um, at íløgan á Krambatanga er allar pengarnar verd.

- Sum suðuroyingur nýti eg oftani hesa farleið, og eg havi leingi sæð tørvin á at fingið longt pierin, so skipið bæði kann flyta og leggja at við atløgusíðuna suður og norð, tá ringu ættirnar við nógvum vindi elva til ampa við høvuðsatløgubryggjuna, har farstøðin er, sigur Hendrik Old, landsstýrismaður.

Ráðgevi í sambandi við útbyggingararbeiðið av ferjuhavnini við Krambatanga er HMP Consult, og arbeiðstakari er J&K Petersen. Játtanin til verkætlanina er 11 mió. krónur.

 


Nú kann Smyril leggja trygt at á tveimum atløgusíðumm á Krambatanga, alt eftir, hvussu veður og vindur háttar sær

Úrslit: