Uppstigan av Steno Miðstøðini hevur týdning fyri nógvar sjúklingar
Við útbyggingini verða karmarnir fyri sjúklingar og starvsfólk, sum hava sína gongd á ambulatorinum, munandi betri, umframt at pláss verður til nýggjar hentleikar fyri kliniska heilsugransking í Sjúkrahúsverkinum.
Uml. 1500 sjúklingar við diabetes ella øðrum endokrinologiskum sjúkum hava tilknýti til Steno Miðstøðina. Í dag starvast tíggju fólk á økinum. So hvørt, sum karmarnir verða betri og møguleiki verður fyri at handfara fleiri uppgávur og víðka um granskingina, fer starvsfólkatalið at økjast. Fólk, sum luttaka í granskingarverkætlanum, fara at halda til í Steno Miðstøðini í styttri og longri tíðarskeið.
Byggingin byrjar í 2025
Landsverk er byggiharri á verkætlanini og hevur júst gjørt ráðgevaraavtalu við Sp/f MAP Arkitektar, sum skulu standa fyri høvuðsráðgevingini.
Rúni Abrahamsen, MAP Arkitektar, og Marjun Weihe Thomassen, Landsverk
Sjálv byggingin byrjar ætlandi í 2025, og bygningurin kann væntandi takast í nýtslu í 2026. Inntil útbyggingin er klár, heldur virksemið fram í Steno Miðstøðini eins og higartil.
Verkætlanin verður fíggjað av Novo Nordisk Fonden.