Hugskotskappingin, ið Landsverk byrjaði í sambandi við Jobmatch 2012, endaði við, at 27 ára gamla Theresa Jákupsdóttir, ið lesur umhvørvisplanlegging, vann. Theresa hevur arbeitt við einum hugskoti um, hvussu bilferðslan kann minkast við tí í hyggju at betra um nýtsluna av øðrum flutningshættum og harvið tryggja burðardygga og umhvørvisvinarliga ferðslu. Talan er um eitt hugskot, ið rakar samfelagsliga breitt, har hon millum annað skjýtur upp, at fartstøðir verða gjørdar á útvaldum støðum, og at pendlarar samskipa flutning millum heim og arbeiði umvegis pendlaraportalar á alnótini. Harumframt eiga umstøðurnar at súkkla millum fartstøðir, heim og arbeiði at betrast, eins og betri og aðrir møguleikar fyri billeigu og deilibilum eiga at vera til staðar.
Dómsnevndin metti, at Theresa við sínum hugskoti var serliga ítøkilig í mun til íverksetan av átøkum, ið eru sera viðkomandi hjá Landsverki at arbeiða víðari við. Harumframt stuðlar hugskotið sera væl undir visjónini hjá Landsverki um menning av infrakervinum, eins og tað er væl í tráð við tann háttin, ið vit – og í Norðurlondum annars – hugsa, at infrakervið eigur at mennast.
At betra umstøðurnar hjá pendlarum er sera viðkomandi. Í sambandi við samferðsluætlanina, ið Landsverk hevur ment, eru pendlarakanningar gjørdar. Seinasta kanningin, ið varð gjørd í 2010 vísti, at frá 2005 - 2010 vaks talið av pendlarum úr 2.400 upp í 5.000. Í meðal koyra hesi 56 km um dagin millum heim og arbeiði. Hetta svarar til tilsamans 84.000 km um dagin, ið er tað sama sum tvær ferðir runt ekvator. Sæð í mun til umhvørvið, er tí sera umráðandi at fremja átøk, ið minka um CO2 útlátið.
Á øðrum plássi endaði Eyðun Eliasen. Eyðun er útbúgvin arktitekur í 2000, og hevur millum annað arbeitt hjá MAP, men virkar í løtuni sum sjálvstøðugur. Eyðun hevur arbeitt við einum hugskoti um tinnur, ið eru serliga náttúruvøkur støð, ið bróta frá í vegalandslagnum. Hann skjýtur upp, at ein ætlan fyri allar Føroyar verður gjørd, har eini 10-15 støð verða vald til serligar náttúruupplivingar hjá ferðandi. Støð, har náttúra, landslag og byggilist renna saman í eina eind, og har bæði útlendsk ferðafólk og føroyingar kunnu uppliva vøkru føroysku náttúruna á ein øðrvísi hátt, enn møguleiki er fyri í dag. Tá hesi støð verða vald, kann støði til dømis takast í sóljuleiðunum – serliga vakrir vegateinar - ið Landsverk hevur viðgjørt í samferðsluætlanini 2012. Eyðun gjørdi tvey skitsuuppskot til tinnur - ella útsýnisstøð - á Norðradalsskarði og við Beinisvørð.
Sonni Seyer gjørdist nummar 3 í kappingini. Sonni er 32 ára gamal og júst útbúgvin sivilverkfrøðingur innan altjóða tøkniliga leiðslu. Hann starvast í løtuni sum verkfrøðingur hjá Gottlied Paludan. Sonni hevur arbeitt við einum hugskoti, ið snýr seg um Lean byggiverkætlanarleiðslu, har allar arbeiðsgongdir í einari byggiverkætlan verða trimmaðar, soleiðis at ongar óneyðugar uppgávur verða gjørdar, og allar “spilltilgongdir” í verkætlanini verða skornar burtur. Eitt, ið Sonni legði serligan dent á, var, at allir fakbólkar í einari byggitilgongd eiga at koma til orðanna og vera við í allari planleggingini – frá byrjan til enda.
Landsverk ynskir øllum trimum luttakarum til lukku við vinningunum og takkar fyri hugskot, ið stuðla undir og leggja afturat grundarlagnum undir tí arbeiðnum, ið Landsverk tekst við.