28-05-2015
Trygdarvenjing í Norðskálatunlinum

TRYGD Í TUNLUM: Mikudagin 27. mai  varð skipað fyri venjing i Norðskálatunlinum fyri at royna deilætlanirnar hjá pørtunum í tilbúgvingini. 

 

Í nøkur ár nú eru bæði tilbúgvingarætlanir og venjingar í tunlum gjørdar eftir einum føroyskum leisti, og hevur tað riggað væl. 

 

Endamálið við eini tilbúgvingarætlan er, at allir partar í tilbúgvingini gera hvør sína deilætlan, sum síðan verður samskipað við aðrar, so at øll kenna sín leiklut eins og markamót í einum átaki. 

 

Tilbúgvingarætlanir verða altíð royndar í verki í eini venjing. Endamálið við venjingini er at royna deilætlanirnar hjá pørtunum og samskiftið og samstarvið partanna millum fyri at finna útav, um møguligir manglar/veikleikar eru. 

 

Tey, ið luttóku í venjingini í Norðskálatunlinum vóru Sunda Sløkkilið, Skálafjarðar Sløkkilið,  Politiið, Sjúkraflutningstænastan og Landsverk. Statistarnir í venjingini vóru úr Runavík. Harafturat vóru eisini eygleiðarar við fyri  teir ymisku innsatspartarnar. 

 

Sambært Sunleivi Højgaard, sløkkiliðsleiðara fyri Skálafjarðar Sløkkilið, er  tað av alstórum  týdningi at hava slíkar venjingar, tí tá fært tú royndir við at brúka trygdarútgerðina  í tunlinum.

 

Sum heild gekk venjingin í Norðskálatunlinum væl, men tørvur er á framhaldandi at hava venjingar av hesum slagi, so  partarnir læra sín leiklut betri.

 

Bólkurin, sum stóð fyri venjingini, fer nú at gjøgnumganga eygleiðarafrágreiðingarnar, og gera eina felags niðurstøðu saman við innsatspørtunum.

 

Samskiparar av venjingini: Heini Østerø, Tórshavnar Sløkkilið, Martin Berg , Politiið, Jákup Nolsøe, Landssjúkrahúsið og  Jákup N. Olsen, Landsverk.

Úrslit: