Altjóða arkitekturdagurin er eitt afturvendandi tiltak, sum altjóða felagsskapurin fyri arkitektar, UIA, hevur skipað fyri á hvørjum ári síðani 1985. Í Føroyum hevur Arkitektafelag Føroya seinastu árini eisini hildið hendan dagin við at skipa fyri ymiskum áhugaverdum tiltøkum við atliti at byggilist.
Í sambandi við arkitekturdagin lat Landsverk dyrnar upp á Glasi sunnudagin fyri almenninginum, har áhugaði høvdu møguleika at síggja nógv umrødda miðnámsskúlabygningin við Marknagil. Okkurt umleið túsund fólk tóku av tilboðnum og fingu rundsýning í stásiliga bygninginum.
Her eru nakrar myndir frá tiltakinum, har fólk í øllum aldri nýttu høvið at koma á gátt millum klokkan 15 og 17 í gjár.
Bygningurin hjá Glasi við Marknagil er umleið 19.500 fermetrar til støddar og fer at hýsa umleið 1.300 næmingum og 200 starvsfólkum.
Í sambandi við vitjanina hevur Landsverk latið gjørt ein faldara við upplýsingum um Glasir. Faldarin kann takast niður her.
Myndir: veingir / Landsverk ©