Nú í juli 2023 eru verkætlanirnar avhendaðar Landsverki sum byggiharra. Sp/f Spenn hevur projekterað, og P/F Articon hevur staðið fyri anleggsarbeiðinum. Arbeiðið hevur drigið nakað út, men er mett væleydnað. Samanlagt hava hesar báðar verkætlanirnar kosta umleið 5,5 mio.kr.
Sostatt er komið enn eitt stig fram á leiðini, at fáa dagført mongu brúgvarnar í landsvegakervinum, ið tørva umvæling ella endurnýggjan.