04-12-2020
Tvey tilboð komin inn til fyrireiking til Tunlar Norður um fjall
Landsverk hevði listatión í dag í sambandi við fyrireikingararbeiði til Tunlar Norður um Fjall. Tvey tilboð eru komin inn.

Í dag var lisitatión av arbeiðinum at gera arbeiðsvegir til komandi tunnilsmunnarnar til Tunlarnar Norður um Fjall.

Tvey tilboð komu inn upp á arbeiðið, ið Landsverk nú fer at gjøgnumganga. Vónandi verður støða tikin til tilboðini í komandi viku, so arbeiðstakarin kann byrja upp á arbeiðið í ár. Ætlanin er at byrja við avgrevstrinum í Ánunum, áðrenn hildið verður fram norðurum fyrst í komandi ári.

 

Hetta er byrjanin uppá stóra arbeiðið at skifta teir gomlu og ótíðarhóskandi tunlarnar út til eina nútíðarhóskandi og munandi betri farleið millum oyggjarnar.  

 

Lisitatiónin til sjálvt tunnilsarbeiðið er sett at vera seinast í januar 2021, so tá fæst eisini at vita, hvør skal standa fyri tunnilspartinum av arbeiðinum.

 

Tilboðini, sum komu inn, vóru:

Articon: 11.236.216 mió kr. 

J&K Petersen: 11.529.359 mió kr. 

Tilboðini, sum komu inn, vóru uttan MVG.

Úrslit: