Løgfrøðingur 

Ert tú áhugað/ur í at ráðgeva í løgfrøðiligum spurningum á almenna og  privatrættarliga økinum – serliga innan útboðs- og byggirætt? So hava vit kanska tað heilt rætta tíðaravmarkaða starvið til tín.
Tín leiklutur 
Sum løgfrøðingur er tín uppgáva at ráðgeva innan almenna og privatrættarliga økið. Talan er um ráðgeving innan byggi- og útboðsløgfrøði. Tú verður ein týðandi sparringspartur hjá verkætlanartoymunum og verður við til at tryggja, at okkara byggiverkætlanir verða framdar við hægstu løgfrøðiligum standardum. 

Starvsøkið verður fjølbroytt. Tú fert at samstarva við leiðslu, deildirnar hjá Landsverki, samstarvspartnarar innan tekniska og fyrisitingarliga økið, kommunur, myndugleikar, eftirlit og aðrar áhugabólkar.  

Høvuðsuppgávurnar verða millum annað at: 
  -veita løgfrøðiliga ráðgeving í øllum stigum av byggiverkætlanum  
  -fyrireika, góðskutryggja og samskipa útboðstilfar og sáttmálar  
  -ráðgeva um endurgjaldsrætt  og tryggingarspurningar   
  -ráðgeva innan fyrisitingarrætt, t.d um Landsvegalógina og umbønir um innlit 
  -útvega lendi (samráðast um keyp og fremja ognartøkur) 

Tínir førleikar 
Tú ert útbúgvin løgfrøðingur, cand.jur. ella cand.merc.jur. Tað er ikki avgerandi, um tú ert royndur ella nýútbúgvin – tað týdningarmesta fyri okkum er, at tú brennir fyri at læra og hevur hug at gera mun. 

Um tú ikki ert nýútbúgvin, er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan fyrisitingarrætt, AB18 ella líknandi sáttmálastandardar, umframt seming ella konfliktloysn. 

Umráðandi er, at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og førleikar at ráðgeva á høgum fakligum støði í viðkomandi málum.  

Vit vænta, at tú:  
  -leggur dent á samstarv við starvsfelagar og viðskiftafólk 
  -dugir væl at orða teg í skrift og talu, bæði á føroyskum og donskum  
  -arbeiðir sjálvstøðugt  
  -ert framsøkin  
  -ert tænastusinnað/ur og hevur eitt jaligt lyndi  
  -ert arbeiðssom/samur og vælgjørd/ur 
  -megnar at taka avgerðir uttan at brenna brýr – eisini, tá harðast leikar á  

Vælkomin á deildina 
Tú verður ein partur av deildini fyri Skipan og menning. Vit eru ein blanding av nógvum, ymiskum yrkiskunnleika, og tínir starvsfelagar fáast m.a. við fyrisiting, samskifti, KT, løgfrøði, HR og HTU. Vit leggja dent á eitt opið sinnalag, ið miðar eftir loysnum, og at lagið er gott og stuttligt á skrivstovuni. Vit hava virðing fyri yrkiskunnleikanum hjá hvørjum øðrum og virðismeta eitt álitisfult arbeiðsumhvørvi. 
 
Løn og setan    
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv í eitt ár við tænastustaði á skrivstovuni í Havn, tó við møguleika fyri nakað niðursettari tíð, um tað ynskist. Starvið verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelagið. Starvsetti má tola broytingar í starvinum.  
 
Umsóknir   
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast umvegis teigin "Send umsókn" og vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. januar 2025. Nærri upplýsingar um starvið, kunnu fáast við at venda sær til Thomas Magnussen, deildarleiðara á tlf. 290 811 og thma@lv.fo.  
 
Sum landsins byggiharri stílar Landsverk fyri nøkrum av Føroya størstu og mest kompleksu byggi- og anlegsverkætlanum. Til eina og hvørja tíð eru fleiri enn 80 størri og minni verkætlanir í gongd. Harumframt er røkt av fleiri enn 200 bygningum hjá landinum upp á tilsamans 260.000 m2 og meiri enn 500 kilometrum av landsvegi, brúgvum og tunlum umframt tyrlupallum, vitum og landshavnum. Landsverk er eisini landsvegamyndugleiki og hevur ábyrgd av viðlíkahaldi og kavarudding. Stovnurin rekur eisini inntøkufíggjað virksemi í trimum grótbrotum og einum asfaltverki. 
 

 

Úrslit: