Umsjónarfólk til tyrlupallin á Boðanesi

Landsverk søkir eftir fólki til parttíðarstarv á tyrlupallinum í Havn.  

Arbeiðsuppgávur 
-Tyrluavgreiðsla 
-Fyrireiking av pallinum og avgreiðsla av ferðafólki og farmi 
-Røkt av tyrlupallinum 
-Veiting av øðrum tænastum viðvíkjandi tyrluna.  

Førleikakrøv 
Starvið ber við sær, at ein fylgir nógvum fastløgdum mannagongdum. Tí er umráðandi, at tú hevur yvirlit og hevur áhuga í at arbeiða eftir fyriskrivaðum reglum og mannagongdum. Harumframt skal tú hava telduførleikar, soleiðis at tú kanst samskifta umvegis teldupost og brúka rokniark. 

Tú ert fyrikomandi, dugir væl við fólki og tímir at hava við ferðafólk at gera. Harafturat vænta vit, at tú ert arbeiðssam/ur, dugnalig/ur og vælskipað/ur. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.  

Tað er ein treyt, at tú luttekur í førleikamenning, ið stovnurin ella okkara samstarvspartar skipa fyri. 

Setanarviðurskifti  
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála hjá Havnar arbeiðarafelag. 

Talan er um tímalønt parttíðarstarv, har arbeiðstíðirnar eru treytaðar av tyrluflúgvingini. Vanlig rutuflúgving er mikudag, fríggjadag og sunnudag, og um summarið eisini mánadag. Henda avgreiðslan tekur umleið 15 tímar um vikuna. Afturat hesum kemur, at tyrlupallurin skal vera opin í sambandi við aðra tyrluflúgving, t.e. leigutúrar, leiting & 
bjarging v.m.  

Umsóknir 
Umsókn við lívsrensli (cv) kann sendast umvegis teigin "Send umsókn" og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. februar 2025 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðara, á tel. 290 873 ella umvegis teldupost daho@lv.fo. 

 

 
Úrslit: