Fastlønt arbeiðsfólk/maskinførari til meginøkið

Vilt tú vera við til at tryggja, at samfelagshjólini mala, og fólk sleppa til arbeiðis hvønn morgun? Nú hevur tú møguleikan. Landsverk sóknast eftir dugnaligum og álítandi arbeiðsfólki/maskinførara til megnøkið at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
 
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um viðlíkahald av landsvegum, herundir kavarudding, reinhald av økjum upp at vegnum, umvæling/útskifting av vegalutum og arbeiði í sambandi við brádligan skaða. 
 
Førleikar 
Vit vilja røkka best møguligum úrslitum og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, dugnalig/-ur, og at tú ert likamliga væl fyri.


Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávunum.

Kranaloyvi D, umframt royndir vi
ð krana og at koyra entreprenørmaskinur eru ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava stóra koyrikortið.

Setanarviðurskifti
 
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. 
 
Arbeiðsøkið fevnir um alt meginøkið, tó verður tín arbeiðsstaður á Lambareiði.


T
á ið vetrarhald og kavarudding er, byrjar arbeiðsdagurin kl. 05:00 á morgni í Eysturoynni.  Roknast má við tilkallivakt og yvirtíðararbeiði í sambandi við vetrarhaldið.

Umsóknir 
Prógv og lívsrensl (cv) skulu saman við umsókn sendast við at trýsta á ljósabláa knøttin "send umsókn" okkum í hendi í seinasta lagi 29. januar 2025. 
 
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Erland Nýggjagarð, arbeiðsformann, á tlf. 290 932 ella við t-posti til erny@lv.fo. 

 

Úrslit: