Kl.16 í dag var samkoma, tá Articon og Landsverk undirskrivaðu sáttmála til verkætlanina tunlar norður um Fjall.
Sum nakað serligt kann nevnast, at hetta er størsti sáttmáli, sum er undirskrivaður í einum á Landsverki.
Sáttmálin fyri henda partin av verkætlanini er áljóðandi 373.780.332 mió kr., og tá er millum annað el-arbeiði ikki við. Samlaða metingin fyri verkætlanina er í verklagslógini 522 mió.
Eftir ætlan skulu tunlarnir norður um Fjall verða lidnir í 2024.