Í samband við at leigumál ganga út í komandi árið verður leitað eftir hølum til skrivstovuhald, við øllum tilhoyrandi hentleikum, so sum fundarhølir, móttøka, kantina o.a. umframt til goymslu og verkstað til virksemið hjá Almannaverkinum í Tórshavn. Talan er ikki um at økja um fermetratalið hjá Almannaverkinum, men heldur at royna at savna virksemi hjá Almannaverkinum.
Í fyrstu fasuni verður sóknast eftir fráboðanum frá áhugaðum útleigarum. Áhugaðir útleigarar kunnu lesa nærri um útboðið á
Eru spurningar ber til at venda sær til Kristinu Simonsen á t-post: kris@lv.fo ella telefon 290 868.
Sí útbjóðingartilfar á hesi leinkju:
https://field.dalux.com/client/da-dk/public/tender/TID-37364
Freistin at lata fráboðan inn um møguligt leigumál er 31. januar 2025 kl. 14:00.