26-01-2024
ÚTSETT: Borgarafundurin í Tjørnuvík er útsettur
Fundurin, sum skuldi vera týskvøldið 30. januar kl. 19:00 í Bygdahúsinum í Tjørnuvík, er útsettur vegna veður.

Borgarafundurin, sum varð lýstur her, er útsettur vegna veður. 

 

 

----------

Landsverk vil við hesum bjóðað borgarum í Tjørnuvík til ein kunnandi fund, viðvíkjandi fyrireikingunum um at gera ein tunnil til bygdina.

Fundurin verður týskvøldið 30. januar kl. 19:00 í bygdahúsinum í Tjørnuvík.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk, Dennis Holm, landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum og Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu luttaka á fundinum. Høvi verður at spyrja um verkætlanina.

Kaffi, te og okkurt søtt verður at fáa. 

Øll eru vælkomin. 

Úrslit: