22-07-2019
Vegir skulu eisini málast
FERÐSLUTRYGD: Hetta er tíðin, har tey flestu taka málingapenslar og –blikk fram og fara út um at snøgga sær húsini. Eisini á Landsverki er málingin funnin fram, og málingabilurin koyrir í hesum døgum kring landið og málar landsvegirnar, so strípur og annað aftur gerast týðiligari og vegirnir tryggari at koyra eftir.

Sum bilførari hugsar tú vanliga ikki um strípurnar á vegnum, fyrr enn tær ikki eru har longur. Tá varnast tú knappliga, hvussu týdningarmiklar tær eru. At mála vegirnar er ein grundleggjandi rakstraruppgáva  hjá Landsverki, sum hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina. Strípurnar á vegnum hava til endamáls at gera vegjaðaran og miðlinjuna týðiligari, eisini í myrkri og vánaligum sýni. Miðlinjan er harumframt vegleiðandi í sambandi við yvirhálingar.

Útvið 1.000 km av kantlinju og umleið 250 km av miðlinju skulu við jøvnum millumbilum málast á landsvegakervinum kring landið. Higartil í ár er oman fyri 80 prosent av hesum arbeiði gjørt.

Tvey sløg av vegamerking
Tvey sløg av vegamerking verða nýtt á føroysku vegunum, sum eru termoplast og máling. Termoplast verður sum oftast brúkt í vegamótum, skákateigum og hávatonnum og verður lagt út heitt ella brent niður í asfaltið. Tað er slitsterkt og hevur eina rímiliga langa livitíð. Tó kann tað vera viðbrekið yvir fyri kavaplógvum við stáleggjum, sum Landsverk nýtir í sambandi við kavarudding. Harafturat minkar afturskinið við tíðini, so tað ikki sæst so væl í myrkum og vátum veðri.

Máling verður fyrst og fremst nýtt til mið- og kantstrikur. Hon verður sprand út, og samstundis blandað við smáum glasperlum, sum geva afturskin í myrkri.  Máling er ikki so slitsterk, og má tí oftani málast á vegateinum við nógvari ferðslu.

Í ár ger Landsverk eina royndarætlan við termoplasti sum miðstrikur á einum parti av Velbastaðvegnum fyri at kanna, hvussu tað heldur sær á føroyskum vegi. Grannar okkara brúka í stóran mun termoplast sum mið- og kantstrikur. Um tvey – trý ár verður mett um verkætlanina viðvíkjandi haldføri, afturskini og prísi.

Ávara um nýmálaðar strikur
Fyri at ferðslan skal  órógvast minst møguliga, meðan málað verður, verða miðstrikurnar málaðar um náttina. Fyri at tryggja, at bilar ikki koyra á nýmálaðu miðstrikuna, hevur málingabilurin skelti framman, sum ávarar mótkoyrandi ferðslu um nýmálaðu miðstrikuna. Harafturat koyrir ein fylgibilur nakað aftan fyri málingabilin við skelti aftan, sum somuleiðis ávarar um, at miðstrípan er nýmálað.

Máling á vegunum er – sum máling av húsum – sera tengt at veðurlíkindunum. Tað skal vera turt og lýtt, tá málað verður, og helst skulu fleiri samanhangandi dagar vera við turrum máliveðri. Higartil hevur máliarbeiðið úti á landsvegunum gingið avbera væl. Málingabilurin hevur longu avgreitt alla Suðuroynna og Vágar. Enn er ikki komið á mál í mið- og norðurøkinum, men tá september mánaður er farin, skuldi tað mesta av ætlaða máliarbeiðinum verið liðugt.

Úrslit: