Tað er nú munandi tryggari at ganga millum Norðoyri og Klaksvík, eftir at seinasti teinurin á umleið 700 metrar er gjørdur liðugur sum ætlað.
Samlaðið vegateinurin er umleið 2,2 kilometrar langur, og eftir at seinasta arbeiðið er gjørt, er bæði gongubreyt og ljós allan vegin úr Klaksvík til Norðoyri. Frá kirkjugarðinum til Klaksvíkar er gonguteigur í báðum síðum, meðan restin av teininum hevur gongubreyt í aðrari síðuni. Somuleiðis er ein ferðsluforðing sett upp.
Landsverk hevur staðið fyri arbeiðinum, men bæði SEV og Klaksvíkar Kommuna hava eisini luttikið í verkætlanini og goldið ein part í sambandi við, at leiðingar eru lagdar í gongubreytina.
Fyri nøkrum árum síðani varð ferðsluhámarkið á vegnum “út á Oyrar”sett niður úr 80 til 60 km/t.