TRYGDARSKEIÐ: Í døgunum 4 - 5. november 2014 skipar Landsverk fyri einum grundskeiði undir heitinum: “Vegurin sum arbeiðspláss”. Skeiðini verða hildin á Hotel Tórshavn.
Skeiðini snúgva seg um trygdina hjá teimum, ið arbeiða á ella við vegin, eins og ferðslutrygdina sum heild í sambandi við vegarbeiði. Ein treyt fyri at arbeiða við landsvegin er millum annað, at tað í minsta lagi altíð er ein á staðnum, har arbeitt verður, sum hevur prógv í hesum skeiði.
Skeiðini fara millum annað at geva luttakarunum innlit í hesi øki:
• Lógir og reglugerðir á økinum
• Skelting, merking og fráboðan
• Skeltiætlanir, ábyrgd, eftirlit og samstarv við løgregluna
• Trygdarásetingar fyri vegarbeiðsfólk
• Merkingar av akførum og útgerð
• Greining av ferðsluóhappum
• Ferðslutrygd sum heild
Undirvíst verður frá kl. 9.00-16.00. Skeiðslongdin er 2 dagar, og skeiðið verður hildið hesar dagar:
Skeið I: 4 - 5 nov.
Undirvísingin skiftir millum fyrilestrar, kjak og bólkauppgávur, har arbeitt verður við ítøkiligum dømum frá vegarbeiði. Skeiðini enda við eini roynd. Luttakarar, ið standa royndina, fáa prógv, ið er galdandi í 5 ár.
Skeiðini eru ætlað verkfrøðingum, teknikarum, løgreglufólki, entreprenørum, vegformonnum og øðrum, ið hava vegin sum arbeiðsstað.
Skeiðshaldarar eru: Knud Pedersen, verkfrøðingur og Gorm Jespersen, "politi assistent".
Kostnaðurin er kr. 6.500 fyri hvønn luttakara. Kostur, skeiðstilfar og prógv er íroknað.
Til ber at tekna seg til skeiðini við at senda teldubræv til Eydnu Sandberg Mikkelsen, Landsverk: esmi@lv.fo. Upplýsið navn, arbeiðsstað, teldubústað og føðingardag. Tilmeldingin er galdandi, tá ið skeiðsgjaldið er goldið á konto nr.: 9181-1282206 ella 6460-4314680. Navn á luttakara skal upplýsast, tá ið goldið verður.