27-02-2014
Vegurin sum arbeiðspláss

TRYGDARSKEIÐ: Í døgunum 31. mars - 3. apríl 2014 skipar Landsverk fyri tveimum grundskeiðum undir heitinum: “Vegurin sum arbeiðspláss”. Skeiðini verða hildin á Hotel Hafnia.

Skeiðini snúgva seg um trygdina hjá teimum, ið arbeiða á ella við vegin, eins og ferðslutrygdina sum heild í sambandi við vegarbeiði. Ein treyt fyri at arbeiða við landsvegin, er millum annað, at tað í minsta lagi altíð er ein á staðnum, har arbeitt verður, sum hevur prógv í hesum skeiði.
 

Skeiðini fara millum annað at geva luttakarunum innlit í hesi øki:
 

• Lógir og reglugerðir á økinum

• Skelting, merking og fráboðan

• Skeltiætlanir, ábyrgd, eftirlit og samstarv við løgregluna

• Trygdarásetingar fyri vegarbeiðsfólk

• Merkingar av akførum og útgerð

• Greining av ferðsluóhappum

• Ferðslutrygd sum heild
 

Undirvíst verður frá kl. 9.00-16.00. Skeiðslongdin er 2 dagar, og skeiðini verða hildin hesar dagar:
 

Skeið I: 31. mars - 01. apríl 

Skeið II: 02. apríl - 03. apríl
 

Undirvísingin skiftir millum fyrilestrar, kjak og bólkauppgávur, har arbeitt verður við ítøkiligum dømum frá vegarbeiði. Skeiðini enda við eini roynd. Luttakarar, ið standa royndina, fáa prógv, ið er galdandi í 5 ár.
 

Skeiðini eru ætlað verkfrøðingum, teknikarum, løgreglufólki, entreprenørum, vegformonnum og øðrum, ið hava vegin sum arbeiðsstað.
 

Skeiðshaldarar eru: Michael Hvid, vpk og Jeanett Kristensen, verkfrøðingur.


Kostnaðurin er kr. 6.500,00 fyri hvønn luttakara. Íroknað prísin eru kostur, skeiðstilfar og prógv.


Til ber at tekna seg til skeiðini við at senda teldubræv til Rúnu Hjelm, Landsverk: ruhj@lv.fo. Upplýsið navn, arbeiðsstað, teldubústað og føðingardag. Tilmeldingin er galdandi, tá ið skeiðsgjaldið er goldið á konto nr.: 9181-1282206 ella 6460-4314680. Navn á luttakara skal upplýsast, tá ið goldið verður.  

 

Úrslit: