TILBÚGVING: Sum liður í tilbúgvingini hjá Landsverki varð skipað fyri eini venjing í Hovstunlinum seinnapartin í dag.
Endamálið við venjingini var at royna deilætlanirnar hjá teimum ymisku pørtunum og samskiftið og -starvið partanna millum.
Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini vóru Tvøroyrar Sløkkilið, Vágs Sløkkilið, Ambulansatænastan á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Politiið og Landsverk. Tyrlan hjá Atlansflogi var eisini við í venjingini.
Harafturat luttóku eygleiðarar frá Politinum, Ambulansutænastuni, umboð fyri Sløkkiliðini og Landsverki.
Næmingar frá Heilsuskúla Føroya og Miðnámsskúlanum í Hovi vóru statistar.
Tað vóru tveir minibussar, ið rendu saman inni í tunlinum. Óhappið hendi mitt í tunlinum, og fleiri fólk fingu skaða.
Ein eftirmeting av venjingini verður gjørd seinni.