23-04-2021
Venjing í Hvalbiartunlinum hósdagin 22. apríl 2021
Tveir persónbilar stoyttu frontalt saman í Hvalbiartunlinum hóskvøldið, óhappið var umleið 500 metur frá tunnilsmunnanum Hvalbiar megin.

Seks fólk fingu skaða. Fyri at fáa fólkini úr persónbilinum, var neyðugt hjá sløkkiliðnum at koma við klippiútgerð.

Endamálið við venjingini var at royna samskiftið og samstarvið partanna millum og finna møguligar manglar/veikleikar, fyri hareftir at bøta um teir. 

Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini vóru Tvøroyrar Sløkkilið, Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, Politiið, Sjúkraflutningstænastan og Landsverk. Harafturat vóru eisini eygleiðarar fyri teir ymisku innsatspartarnar.

Bólkurin, sum stóð fyri venjingini, skal nú viðgera eygleiðarafrágreiðingarnar og gera eina felags niðurstøðu saman við innsatspørtunum.

Hesir stóðu fyri venjingini: Heini Østerø, Tórshavnar Sløkkilið, Martin Berg, Politiið, Hjalgrím Andreasen, Heilsuverk Føroya og Jákup N. Olsen, Landsverk.

Úrslit: