23-11-2016
Venjing í Viðareiðistunlinum

TILBÚGVING: Sum liður í tilbúgvingini hjá Landsverki varð skipað fyri eini venjing í Viðareiðistunlinum seinnapartin í dag.

Endamálið við venjingini var at royna deilætlanirnar hjá teimum ymisku pørtunum og samskiftið og -starvið partanna millum.

Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini vóru Klaksvíkar Sløkkilið, Ambulansatænastan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Politiið og Landsverk. Harafturat luttóku ymiskir eygleiðarar.
 
Næmingar frá Tekniska skúla í Klaksvík vóru statistar.

Tað vóru tveir persónbilar, ið rendu saman inni í tunlinum, og fýra fólk fingu skaða.

Her eru nakrar myndir frá venjingini:

Úrslit: