02-07-2014
Vevmyndir av hægsta fjalli

VEVMYNDIR: Nú summar er, og vevmyndatólini hjá Landsverki ikki verða nýtt til vetrarhald, hevur Landsverk snarað vevmyndatólinum á Gjáarskarði soleiðis, at til ber at síggja niðan ímóti Slættaratindi.

Hetta er eitt nógv vitjað stað um summarið, og nú kunnu fólk, ið ætla sær ein gongutúr niðan, kanna líkindini á staðnum áðrenn.

Sí vevmyndir á heimasíðuni her ella far inn á m.lv.fo á fartelefonini.

Úrslit: