Endamálið við NVF er at deila og menna vitan innan vega- og ferðsluøkið. Hetta verður gjørt í norrønum arbeiðsbólkum, har serfrøðingar møtast tvørtur um almenna og privata geiran. Eitt nú luttaka føroyingar í arbeiðsbólkum um rakstur og viðlíkahald, tunlar, ferðslutrygd og vegatøkni.
Høvi verður at hoyra frá úrvaldum arbeiðsbólkum og um NVF virksemið annars á limafundinum. Skráin verður hendan:
11:30 Byrjað verður við miðmála í matstovuni. Fundurin verður aftaná í Panorama.
12:30 Vælkomin. Val av orðstýrara
12:40 Frágreiðing formansins
12:55 Framløga av grannskoðaðum roknskapi
13:05 Frágreiðing frá arbeiðsbólkum (7 min.hvør)
Melda teg til limafundin við at skriva eini boð til Maritu Svartá, NVF skrivara, á masv@lv.fo.
Nærri kunning um NVF fæst á heimasíðuni: https://nvfnorden.org/