17-11-2016
Virknis- og Umlættingardepil á Sandi verður tikin í nýtslu

VERKÆTLAN: Seinni í dag fer Landsverk at handa Almannamálaráðnum nýbygda Virknis- og Umlættingardepilin á Sandi. Nýggi bygningurin, ið er ætlaður børnum og ungum í Føroyum við serligum avbjóðingum, er nú klárur at taka í nýtslu. Í hesum sambandi verður skipað fyri móttøku á deplinum á Sandi í dag millum klokkan 14–16.

Skráin fyri móttøkuna á Sandi er hendan:
Barbara Berg,  eindarleiðari bjóðar vælkomin
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, heldur røðu
Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, heldur røðu
Arne Debess Madsen, leiðari á Byggideildini á Landsverki, heldur røðu

Síðani verður sangframførsla við Gerhardi Páll Lognberg, áðrenn Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, heldur røðu.

Virknis- og Umlættingardepilin á Sandi hevur átta kømur við atgongd til egið baðirúm. Kømrini eru knýtt at tveimum felags økjum.

Fakta
Arbeiðsánari: Almannaráðið
Byggiharri: Landsverk
Ráðgevi: Kontrast
Undirráðgevar: SMJ og LBF
Høvuðsarbeiðstakari: Sp/f Valbjørn Dalsgarð
Undirarbeiðstakarar: Jørðarbeiði: Tórhallur Hansen, HVS: Rólant Vidtfelt
El: ELFO, Máling: Niels Sørensen
Kostnaður: 14,2 mió. kr.

Úrslit: