Havnir, lendingar og brimgarðar

Fyrisitingin av havnunum varð latin Landsverki í seksti-árunum. Síðani 1974 hava smærri og størri ábøtur verið framdar í flest øllum havnaløgum í Føroyum. Summar av teimum vanligu lendingunum eru so líðandi umbygdar til havnir. Í 2010 eru samanlagt fimm landshavnir í Føroyum. Kommunurnar eiga og reka allar hinar havnirnar í landinum.

Fram til fimti-árini vórðu havnirnar bygdar til ferða- og farmaflutnings. Tær nýggjastu havnirnar eru flestar bygdar sum fiskivinnuhavnir, roknað til skip, sum eru 30-40 metrar til longdar og stinga 4-5 metrar.

Í dag eru tað fleiri av hesum havnum, ið eru fult útbygdar til eisini at taka ímóti ferðamanna- og farmaflutningsskipum, sum kunnu vera góðar 100 metrar long og stinga umleið sjey metrar.

Kommunalar havnir

Kommunalar havnir

Yvirlit yvir størri kommunalar havnir og ISPS havnir (International Ship and Port Facility Code) við leinkjum til heimasíður hjá havnunum ella avvarðandi kommunu. 

* ISPS havnir.

Kort yvir havnir

Kort yvir havnir

Kort yvir havnir
Úrslit: