Sumbiartunnilin er 3.240 m til longdar. Við ársbyrjan 2019 búðu 261 fólk í Sumba. Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar.
Tunnilin nøktar ikki verandi tørv, og tað gongur út yvir høgleika og trygd. Um tunnilin skal lúka nútímans trygdarkrøv, skal útgerð setast upp í tunlinum, sum til dømis ljósútbúnaður, samskiftisútgerð og stýrisútgerð.
Verkætlanin er deild upp í 6. byggistig. Fyrsta og annað byggistig eru gjørd. Teknikkhús eru sett upp, og kaðlar til neyðljós eru settir upp undir tunnilsloftið, ið svarar til umleið 4. hvørt ljós í tunlinum. Enn manglar at seta upp neyðskáp, kaðal til NO-mátara, ljósútgerð, sum er millum neyðljósini, ið eru sett upp og rýmingarljós o.a.
Mælt verður til, at arbeiðið at dagføra Sumbiartunnilin heldur fram, soleiðis at krøvini fyri tunlar viðvíkjandi trygd og høgleika kunnu fylgjast.
Kostnaðarmetingar eru
gjørdar fyri ymsu byggistigini.
Byggistig 1-2:
3,6 mió. krónur.
Byggistig 3-6:
6,9 mió. krónur.
Tilsamans:
11 mió. krónur.
Eingin avleidd verkætlan.
Eingin samvirkan.