Gásadalstunnilin er 1.410 m til longdar. Við ársbyrjan 2019 búðu 12 fólk í Gásadali. Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar.
Tunnilin hevur tørv á dagføringum, og ljósútbúnaðurin og onnur útgerð er vorðin ov gomul og skal setast upp av nýggjum.
Mannagongdin kann vera tann sama sum í Sumbiartunlinum, har talan er um fleiri byggistig.
Ítøkilig kostnaðarmeting kann gerast fyri hvørt byggistig, men í høvuðsheitum er talan um somu útgerð, ið manglar. Her er millum annað talan um uppseting av ljósútbúnaði,
transformatorstøðum og øðrum.
Tunnilin nøktar ikki verandi tørv, og tað gongur út yvir høgleika og trygd. Um tunnilin skal lúka nútímans trygdarkrøv, skal ymisk útgerð setast upp í tunlinum.
Mælt verður til, at játtan verður latin til arbeiðið við at dagføra Gásadalstunnilin skjótast gjørligt. Tunnilin er væl styttri enn Sumbiartunnilin, og tí er kostnaðarmetingin samsvarandi lægri.
5-6 mió. krónur.
Eingin avleidd verkætlan.
Eingin samvirkan.