Elduvíkarvegurin er 8 km langur og liggur á eystursíðuni á Eysturoynni. Henda leiðin er knýtt at Funningsleiðini, og er ein partur av Sóljuleiðunum norðan fyri á Eysturoynni.
Á leiðini verður tann ferðandi leiddur gjøgnum trý ymisk landsløg, sum á hvør sín hátt eru vøkur. Tað fyrsta fram við Funningsfjørðinum vinstrumegin og Dalkinsfjalli høgrumegin.
Leiðin gongur síðani runt um fjallið við útsýni norðureftir og endar í Elduvík. Bygdin er vøkur og liggur við endan á dalinum við
útsýni yvir fjørðin og oyggjarnar norðanfyri.
Vegurin til Elduvíkar er ein 4 m breiður einbreytaður vegur.
Við ársbyrjan 2019 búðu 16 fólk í Elduvík. Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar.
Vegøksl eigur at verða gjørd.
Dagføring av vegi:
Øksl:
44 mió. krónur (5.500kr./ m).
Eingin avleidd verkætlan.
Eingin samvirkan.