Vegurin liggur høgt - umleið 150 m frá varsteinum til Bólið á Brúnni. Partar av vegnum hava hall oman fyri 70 promillur. Um veturin kunnu trupulleikar vera við kavagrevstri. Vegurin er smalur frá Skipasteinum og inn í báðar bygdirnar. Við ársbyrjan 2019 búðu 142 fólk í Oyndarfirði og 13 á Hellunum. Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar.
Vegurin til báðar bygdirnar eigur at verða dagførdur í mun til ferðsluna á vegateininum. Talan er fyrst og fremst um teinarnar frá Skipasteinum og inn í báðar bygdirnar, sum eru 6,5 km til longdar.
Aðrar viðgjørdar loysnir: Ein annar møguleiki fyri dagføring er at gera ein nýggjan veg til Oyndarfjarðar, ið er javnfjarður við verandi veg. Vegurin byrjar beint undir Laksáfossi. Við hesi loysn má vegurin til Hellurnar dagførast ella breiðkast.
Dagføringar av vegnum:
36 mió. krónur (5.500 kr/m).
Eingin avleidd verkætlan.
Grót frá Gøtudalstunlinum kann nýtast.