Hesin vegateinurin er partur av høvuðsfarleiðini millum Runavík/Klaksvík og Tórshavn. Vegurin fer ígjøgnum bygt øki í fleiri støðum. Partur av vegnum er kommunalur vegur.
Roknast kann við, at farleiðin á hesum vegateini fer at verða broytt munandi,
tá Eysturoyartunnilin letur upp. Tá fer ein stórur partur av ferðsluni,
sum í dag kemur úr Gøtu og norðanfyri, og sum skal til Tórshavn, væntandi
at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin umvegis Søldarfjørð/Runavík,
í staðin fyri, sum í dag, ígjøgnum bygdirnar Undir Gøtueiði og Skipanes.
Í dag koyra 5.700 bilar um samdøgrið ígjøgnum Undir Gøtueiði, 6.200 ígjøgnum Søldarfjørð og 6.600 ígjøgnum Glyvrar/Runavík.
Tá tunnilin letur upp, minkar ferðslan ígjøgnum Undir Gøtueiði/Skipanes niður í eina helvt, meðan ferðslan ígjøgnum Søldarfjørð og Runavík verður umleið tann sama.
Ferðslumynstrið ígjøgnum Søldarfjørð og Runavík fer tó at broytast. Ferðslan har er í dag umleið líka stór í báðar rætningar. Roknast kann við, at ferðslan fer at broytast soleiðis, at stórur partur av ferðsluni
fer at koyra suðureftir í morgunmeldurtíðini og mótsatt seinnapartin.
Til samanberingar kann nevnast, at á landsvegnum við Sund, sum er
høvuðsfarleið millum Norðoyggjar/Eysturoy og Tórshavn, er býtið av
ferðsluni í morgunmeldurtíðini, at 75 prosent ferðsluni koyrir ímóti Tórshavn
og 25 prosent úr Tórshavn. Í meldurtíðini seinnapartin er sundurbýtingin av ferðsluni øvugt.
At ferðslumynstrið broytist á henda hátt kann fáa ávirkan á ferðslutrygdina
og styrkina á vegateininum. Serliga fer hetta at ávirka vegamótið á Lambareiði, har frákoyringarbreytir eiga at verða gjørdar, soleiðis at styrkin í vegamótinum ikki verður ávirkað og kann elva til óhapp.
Ein ferðslutrygdarætlan fyri allan teinin frá Undir Gøtueiði og til og við
Runavík var gjørd í 2011. Ætlanin var gjørd í samstarvi við Runavíkar kommunu
og løgregluna. Hendan ætlan hevur í fleiri ár verið grundarsteinurin í teimum
verkætlanum, sum eru gjørdar á teininum síðani 2011.
Mælt verður til, at frákoyringarbreytir verða gjørdar í vegamótinum við Lambareiði. Eisini verður mælt til at gera eina dagføring av verandi ferðslutrygdarætlan fyri vegateinin
Undir Gøtueiði - Runavík, og at dagføringin av ferðslutrygdarætlanini eisini umfatar teinin út til Toftir.
Í ferðslutrygdarætlanini skal eisini takast hædd fyri vegamótunum í Rókini og á Høganesi.
Frákoyringarbreytir við Lambareiði:
700.000 krónur.
Ferðslutrygdarætlan:
250.000 krónur.
Eingin avleidd verkætlan.
Eingin samvirkan.