Vegirnir til Húsavíkar og Skálavíkar eru dagførdir við breiðking til tvær breytir. Tó manglar ein teinur til Húsavíkar at verða breiðkaður. 200 m vóru víðkaðir í 2015, og enn mangla umleið 2 km. Í januar 2019 búðu 66 fólk í Húsavík og 34 í Dali. Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar.
Restin av vegnum til Húsavíkar verður dagførdur við 5,5 m asfalteraðari vegbreidd og vegøksl á báðum síðum.
Dagføringar í vegi:
11 mió. krónur (5.500 krónur/ m).
Eingin avleidd verkætlan.
Hetta verður gjørt í sambandi við gerð av Dalstunlinum.