Núverandi støða

Partur av verandi vegi til Kirkjubøar liggur í brattlendi, er smalur og ótíðarhóskandi. Um summarið, tá nógv ferðafólk vitja í bygdini, er nógv ferðsla og eisini bussar á teininum.
Ætlanin er at bøta um trygdina og framkomuleikan. Í januar 2019 var fólkatalið í Kirkjubø 74. Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar. 

Vegurin er einbreytaður, og sýnið er sera vánaligt í fleiri støðum. 

Um summarið koma nógv ferðafólk til Kirkjubøar. Ávísar dagar koyra fleiri enn 12 bussar til bygdina. Hetta elvir til trupulleikar, tá ið fleiri bussar møtast á vegnum. 

Vegurin er sera smalur og hevur ikki nøktandi tal á víkiplássum. Á fleiri støðum er vegurin minni enn 3,5 m breiður við ongari vegøksl. Vegurin hevur sett seg í fleiri støðum, og er eisini avlagaður summastaðni.

Tilmæld loysn

Mælt verður til, at vegurin verður gjørdur við vegøksl við í mesta lagi 300 m millum víkiplássini. Hesi eiga at verða gjørd soleiðis, at tveir bussar kunnu standa á víkiplássunum samstundis. Har vegurin er avlagaður, er neyðugt at fáa hetta rættað. Eisini er tørvur á asfaltering allan vegin frá íbindingini til Gomlurætt til Kirkjubøar. 

Teinurin, sum eigur at verða breiðkaður, er umleið 1,1 km. 

AV TÍ AT STØÐAN VIРASFALTINUM ER SO VÁNALIG, ER NEYÐUGT VIÐ AVMARKINGUM - AKFØR TYNGRI ENN 3,5 TONS IKKI MUGU KOYRA EFTIR HESUM VEGNUM.

Kostnaðarmeting 2019

Vegøksl og víkipláss:
16 mió. krónur.

Asfalt:
12 mió. krónur.


Tilsamans:
38 mió. krónur.

Avleiddar verkætlanir

Eingin avleidd verkætlan.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Um grót frá Sandoyartunlinum verður nýtt, kann 1/6 sparast í sambandi við gerð av verklagnum. Tað er tó treytað av, at Sandoyartunnilin og víðkanin av vegnum verða gjørd samstundis, soleiðis at tilfar ikki skal leggjast á goymslu.

 

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: