Í 2014 var 1 mió. krónur játtað til at dagføra 650 m av landsvegi frá Oyrareingjum til Signabøar. Játtanin rakk ikki til dagføring av øllum teininum, so raðfest var at breiðka og asfaltera góðar 200 metrar, har mest fekst fyri játtanina. Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar.
Um restin av vegateininum skal dagførast á sama hátt, kostar tað umleið 7 mió. krónur at breiðka og asfaltera íroknað gongubreyt og ljós. Um gongubreytin verður droppað, og vegurin heldur verður gjørdur sum ein ‘2 minus 1 vegur’, kostar tað umleið 4 mió. krónur at gera allan vegateinin lidnan. Tað er ein tvíbreytaður vegur (6 m), sum verður strípaður til eina breyt. Tá er pláss fyri bæði gongu- og súkkluferðslu í báðum síðum.
Nógv samskifti hevur verið áður um henda vegateinin, har Landsverk hevur gjørt greitt, at tað kostar umleið 3 mió. krónur at breiðka restina, men tá er asfaltering ikki íroknað. Ein ‘2-1’ loysn hóskar væl til ferðsluna her, og tá er ein gongubreyt ikki neyðug.
Breiðkan, asfaltering, gongubreyt og ljós:
7 mió. krónur.
‘2 minus 1’ vegur uttan gongubreyt:
4 mió. krónur.
Eingin avleidd verkætlan.
Eingin samvirkan.