Núverandi støða

Saksunarvegurin verður býttur upp í tveir partar:

» Teinurin millum Hvalvík og Saksun 8,6 km

» Teinurin ígjøgnum Hvalvík 1,4 km


Níggju fólk búgva í Saksun. 

 

Vegateinurin frá Hvalvík til Saksunar: 
Bygdin Saksun er ein av mest vitjaðu bygdunum í Føroyum, bæði av føroyingum og útlendingum. Seinastu árini er talið á vitjandi til bygdina hækkað, og sambært Sunda kommunu og Visit Faroe Islands er nú vorðið neyðugt at skipa og vegleiða vitjandi á staðnum. Sambært Gallupkanning hjá Visit Faroe Islands vitja 57,8 prosent av útlendsku ferðafólkunum í Saksun.
Til samanberingar kann nevnast, at 31,7 prosent av ferðafólkunum vitjaðu í Mykinesi.

Teljingarnar vísa, at 200 til 350 akfør koyra um dagin á Saksunarvegnum frá juni til september, tá trýstið av ferðafólkum er mest. Teljingarnar vísa eisini, at í juli mánaða var onkur dagur, har 50 stór akfør koyrdu eftir Saksunarvegnum.

Vegurin er smalur og hevur ikki vegøksl. Tó hevur hann í áratíggjur nøkunlunda nøktað tørvin hjá íbúgvunum í Saksun. Í 2018 koyrdu tríggir bilar út av vegnum og endaðu í ánni, har allir bilførararnir vóru útlendingar. Um ferðafólkaktrýstið til Saksunar fer at vaksa á sama hátt næstu árini ella enn meira, kunnu væntast enn fleiri óhapp. Tí er neyðugt, at okkurt verður gjørt, sum kann betra umstøðurnar hjá teimum ferðandi á Saksunarvegnum.

Landsverk mælir til, at einbreytaðu vegirnir verða bygdir út við vegaøksl og víkiplássum, so bussar, bilar, fólk á súkklu ella til gongu kunnu møtast og víkja fyri hvørjum øðrum uttan trupulleikar. Samstundis er  landbúnaðarvirksemi í Saksun, og vegurin verður nýttur til tað endamálið eisini.
 

Vegateinurin ígjøgnum gomlu Hvalvíkina: 
Teinurin kann býtast upp í hesar partar:

1. Vegurin er 6 m breiður 200 m av vegnum við gongubreyt í syðru síðu.

2. Vegurin er 6 m breiður 300 m av vegnum, men eingin gongubreyt.

3. Á einum 900 m longum vegateini skiftir vegurin millum at vera 4 m til 5,5 m breiður. Á hesum teini fer vegurin ígjøgnum gamla partin av bygdini, har kirkjan stendur. Mitt á teininum er ein knøpp sneiðing, har vegurin samstundis er so smalur, at stórir bilar hava torført at koma uttan um húsini, ið standa har.

Tilmæld loysn

Vegateinurin frá Hvalvík til Saksunar:
Mælt verður til, at Saksunarvegurin verður bygdur út við vegøksl og víkiplássum, so bussar, bilar, fólk á súkklu ella til gongu
kunnu møtast og víkja fyri hvørjum øðrum uttan trupulleikar.

Tað er neyðugt, at víkiplássini verða gjørd so mikið stór, at tveir bussar kunnu standa í teimum samstundis.


Vegateinurin ígjøgnum Hvalvík:
Mælt verður til, at vegurin verður gjørdur sum ein 2-1 vegur. Hetta merkir, at har vegurin er smalri enn 5,5 m verður hann breiðkaður til hesa breidd.

Við gomlu Hvalvíkina skal gerast ein vegaverkætlan við eini loysn, sum tekur hædd fyri tí ferðslu, sum koyrir har, samstundis sum atlit verða tikin at hesum parti av bygdini. Í byrjanini eigur at verða skeltað við 30 km/t skeltum ígjøgnum henda teinin.

Kostnaðarmeting 2019

Teinurin frá Hvalvík til Saksun:
Vegakslar og víkipláss:
47 mió. krónur.

Teinurin ígjøgnum Hvalvík:
Vegbreiðkan:
3,3 mió. krónur.

Teinurin við gomlu Hvalvíkina:
At byrja við:
100.000 krónur.

Avleiddar verkætlanir

Eingin avleidd verkætlan.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Eingin samvirkan.

 

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: