Leiðin um Hovsegg er partur av gamla landsvegnum í Suðuroy, sum bindur syðru og norðaru bygdirnar í oynni saman.
Í 2007 varð Hovstunnilin tikin í nýtslu, og tí er teinurin um Hovsegg ikki longur ein høvuðsleið. Vegurin hevur tí minni ferðslu og riggar væl sum Sóljuleið.
Leiðin gongur úr Ørðavík, um Hovsegg, og endar niðri í Hovi. Á leiðini er frálíkt útsýni norðureftir, millum annað út í Lítlu og Stóru Dímun. Vegurin gongur ígjøgnum brattlendi um Hovsegg, har gott útsýni er oman yvir Hov. Har vegurin er hægst, liggur hann á 210 metra hædd. Vegurin er einbreytaður við ongari vegøksl. Av tí at tað ikki er meira enn 10 ár síðani, at hetta var høvuðsleið, er vegurin í rættiliga góðum standi. Vegurin er um 8,5 km langur.
Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar.
Vegurin eigur at verða gjørdur við vegøksl.
Mælt verður til at gera tveir dvalarvikar á leiðini. Ein úti á eggini og ein við útsýni norður eftir Suðuroynni.
Heilt úti á eggini liggur ein høvd fram við vegnum. Mælt verður til at gera høvdina til eitt uppihaldsstað, haðani útsýnið er bæði norður- og suðureftir.
Dagføringar av vegi:
47 mió. krónur.
Dvalarvikar:
500.000 krónur.
Eingin avleidd verkætlan.
Eingin samvirkan.