Inni í Firði í Kollafirði fer verandi landsvegur ígjøgnum bygt øki. Hetta er partur av høvuðsfarleiðini millum Norðoyggjar/Eysturoy og Tórshavn, og hetta er tann landsvegurin í landinum, har mest gjøgnumkoyrandi ferðsla fer ígjøgnum bygt øki.
Frá Skálafjørðinum til Havnar er hetta einasti teinur, sum fer ígjøgnum bygt øki. Framrokningar vísa, at um ein umkoyringarvegur um Kollafjørð verður gjørdur, eftir at Eysturoyartunnilin er latin upp, fellur ársmiðalferðslan gjøgnum bygdina úr 5.000 bilum niður í 3.000 bilar um samdøgrið. Umkoyringarvegurin er tá ikki eins viðkomandi og í dag.
Ætlanin er at gera nýggjan veg oman fyri bygda økið. Vegurin verður bundin í verandi rundkoyring og verður umleið 2,0 kilometrar til longdar.
Vegurin fer at lætta um ferðsluna ígjøgnum Langasand og inni í Firði.
40 mió. krónur (20.000 kr./m)
Eingin avleidd verkætlan.
Eingin samvirkan.