Tvær vegíbindingar eru til Kambsdalar í dag, og tað hava verið fleiri ferðsluóhapp við bæði vegamótini. Tí hava Fuglafjarðar kommuna og Landsverk viðgjørt møguleikan at gera eina rundkoyring ístaðin fyri báðar vegíbindingarnar.
Nógv ferðsla er á økinum orsakað av miðnámsskúlanum á Kambsdali.
Rundkoyring verður gjørd, og kommunan ger javnfjaru vegirnar, soleiðis at verandi vegíbindingar verða stongdar.
Bussleiðin væntast at verða flutt inn í bygdina, soleiðis at økið kann nýtast til rundkoyring. Kommunan ger samstundis eina gongu- og súkklurás millum Kambsdal og Fuglafjørð.
Rundkoyring:
2-3 mió. krónur.
Eingin avleidd verkætlan.
Eingin samvirkan.