Við ársbyrjan 2019 búðu 63 fólk í Funningsfirði, 16 í Elduvík, 49 í Funningi og 31 við Gjógv.
Vegurin verður dagførdur fyri at kunna nøkta tørvin á ferðsluni tey næstu 20 árini.
Vegurin liggur rímiliga væl, men er ov smalur og ikki bygdur til ferðsluna í dag, har trýstið av størri akførum støðugt økist.
Vegurin er umleið 2 km langur, og bert umleið 200 m eru tvíbreytaðir. Størri bilar kunnu ikki møtast á vegnum, tí langt er millum víkiplássini. Tað skapar avbjóðingar, tá størri akfør møtast á vegnum.
Eingin avleidd verkætlan.
Sjálv víðkanin verður mett at kosta 12 mió. krónur, harafturat 2 mió. krónur til asfaltering.
Tilsamans:
14 mió. krónur.
Eingin avleidd verkætlan.
Um grót frá Gøtudalstunlinum verður nýtt, kann 1/6 sparast í sambandi við gerð av verklagnum. Tað er tó treytað av, at víðkanin av vegnum og Gøtudalstunnilin verða gjørd samstundis, soleiðis at tilfar ikki skal leggjast á goymslu.