Vegurinum Hestin (Sóljuleið)

Núverandi støða

Leiðin um Hestin er ein sera vakur 9,3 km langur teinur, sum byrjar í Lopra og endar suðuri í Sumba. Leiðin skákar úr Lopra og niðan á Hestin. Síðan gongur leiðin av Hestinum oman til Sumbiar. Tá vegurin liggur hægst, er hann á 390 metra hædd. Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar. 

Vegurin um Hestin er eldra farleiðin til Sumbiar, sum var nýtt, áðrenn Sumbiartunnilin kom í 1997. Hann er einbreytaður við ongari vegøksl. Ein stórur partur av vegnum er í sera ringum standi. Vegurin um Hestin er einasta leið til Víkabyrgis, har eingin er fastbúgvandi í dag, men bygdin verður nógv nýtt sum frítíðarstaður. Nógv vitja bygdina um summarið og veturin eisini. 

Beinisvørð, sum er ein av okkara náttúruperlum, liggur eisini fram við hesum vegi. Her ber til hjá fólki við rørslutarni ella eldri fólki at steðga og njóta útsýnið frá vegnum. Nógv fólk koyra eisini henda vegin og seta bilin fyri at ganga fram við eggini oman ímóti Lopra, har tað ber til at síggja ta stórbæru náttúruna á vestursíðuni á Suðuroynni. 

Vegateinurin úr Sumba og niðan á Hestin, sum er umleið 2 km langur, var asfalteraður í 2012, og teinurin er í dag í sømiligum standi. 

Restin av vegnum, 7,3 km, er sprænt asfalt, sum var gjørt í 1993-1997, og er sera vánaligt. Tað eru gjøgnum árini gjørdar bøtingar á asfaltið, men nú er vegurin í so ringum standi, at alneyðugt er, at hesin teinurin verður asfalteraður av nýggjum.

Eingin vegøksl er á vegnum. Í støðum eru asfaltkantarnir skrædnaðir, og tað kann tí vera vandamikið at koyra út á vegkantin. 

Víkiplássini eru fá í tali og enn færri, har tveir bussar kunnu møtast. 

Eingi parkeringspláss og dvalarvikar eru fram við vegnum. Hetta merkir, at bilar oftani parkera á víkiplássunum ella lendinum fram við vegnum. Hetta kann gera tað enn truplari hjá tveimum bilum at møtast. 

Tað er ætlanin at staðseta ein dvalarvika og parkeringspláss nærhendis Hestinum, soleiðis at til ber at nýta útsýnið niðan á Beinisvørð, vestursíðuna av Suðuroynni og út í hav. Bilverja er ikki allastaðni, men har hon er, er hon í sera ringum standi og eigur at verða skift út. 

Fáir ella eingir prestar eru fram við vegnum. 3 rørportur eru á teininum, har tvey vórðu umvæld á sumri 2018, meðan tað triðja tørvar eisini ábøtur. 

Vetrarhald: Vegurin verður ikki kavaruddaður og saltaður um veturin. Av tí at ferðafólk hava staðið føst á vegnum, eigur at verða skeltað við upplýsing um, at einki vetrarhald verður framt á hesum vegnum.

Tilmæld loysn

Orsakað av, at støðan er so vánalig á asfaltinum, er neyðugt at skelta við avmarkingum, t.d. at bilar, 7 tons og hægri, ikki mugu koyra eftir hesum vegnum. 

Mælt verður til, at vegøksl og fleiri og størri víkipláss verða gjørd á øllum teininum. 

Eisini verður mælt til, at vegurin verður asfalteraður og bilverja verður sett upp. 

Ein vegrist eigur at verða skift út ella í hvussu so er umvæld. Verkætlanin hevur skund, tí avbjóðingarnar eru sjónligar, og avleiðingarnar gerast enn álvarsamari.

Kostnaðarmeting 2019

Vegakslar og víkipláss:
51 mió. krónur.

Asfaltering:
10 mió. krónur.

Bilverja:
6 mió. krónur.

Tilsamans:
67 mió. krónur.

Avleiddar verkætlanir

Eingin avleidd verkætlan.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Eingin samvirkan.

 

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: