Nýggj brúgv er gjørd um Fossá, men verandi vegur er smalur og mangla vegakslar í fleiri støðum. Á einstøkum støðum er vandi fyri grótlopi. Vegurin liggur lutvíst í bygdum øki. Í januar 2019 búðu 114 fólk í Haldórsvík, 39 á Langasandi og 53 í Tjørnuvík. Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar til Tjørnuvíkar.
Vegurin verður dagførdur, og tryggjað verður móti grótlopum. Alternativt kann vegurin breiðkast til tvær vegbreytir. Báðar verkætlanir kunnu gerast í pørtum, so hvørt játtan er.
Dagføring:
55 mió. krónur
Breiðkan av vegi:
100 mió. krónur.
Eingin avleidd verkætlan.
Breiðkan av vegnum kann gerast við gróti frá tunnilsgerð til Tjørnuvíkar.