Fyri 15 árum síðani var farið undir at dagføra nakrar av eldru tunlunum á høvuðsvegakervinum við trygdarútgerð. Verkætlanir vóru gjørdar fyri teir 4 ferðslutyngstu tunlarnar á landsvegakervinum: Norðskálatunnilin, Leynatunnilin, Kollfjarðartunnilin og Leirvíkstunnilin.
Norðskálatunnilin og Leynatunnilin eru liðugt dagførdir, meðan Kollfjarðartunnilin og Leirvíkstunnilin framvegis ikki eru dagførdir. Hesir tunlar hava trygdarskipanir og tekniskar installatiónir, sum ikki lúka treytirnar til tunlar í dag. Millum annað er ringt at fáa armatur til ljós o.a., tí útgerðin er ótíðarhóskandi og verður ikki framleidd longur.
Hvønn dag koyra 4.500 bilar ígjøgnum Leirvíkstunnilin.
Tunnilin verður dagførdur við nýggjum LED-ljósum og trygdarútgerð
Hetta verður gjørt uttan at broyta verandi tunnilskonstruktión.
Leirvíkstunnilin verður endurnýggjaður
Um Leirvíkstunnilin verður endurnýggjaður, kunnu nútíðar krøvini um trygd og ljós úr Noregi verða fylgd. Tað merkir, at víkipláss skulu spreingjast.
Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).
Eingin av loysnunum er prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting.
Allar loysnirnar eru mettar út frá standardprísum fyri líknandi verkætlanir. Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting.
Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira.
Í hesi verkætlan er eingin avlopsvegur ella –tunnil, og tí er eingin sparing av rakstri og viðlíkahaldi.
Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um av at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsan av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.
Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósúbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.
Loysn 1
Landsverk mælir til, at tunlarnir vera dagførdir við neyðugari trygdarútgerð og nýggjum ljósum. Hendan loysnin verður mett at geva ”mest trygd” fyri íløguna.
18-22 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 1,5 mió. kr.
Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing
Ongar avleiddar verkætlanir.
Landsverk samstarvar við politi- og brandstøðina viðvíkjandi einari skipan til eftirlit av tekniskum installatiónum í teimum nýggjastu og mest dagførdu tunlunum (Viðareiðis-, Hovs-, Leynar-, og Norðskálatunnilin). Her kunnu løgreglan og Landsverk fylgja við støðuni í tunlunum og síggja, um t.d. ein eldsløkkjari verður tikin, ella um eldur er í.
Eftirlitið av Leirvíkstunlinum verður lagt í eftirlitsskipanina saman við hinum tunlunum.
1 ár
2020