Hvalbiartunnilin, sum var tikin í nýtslu í 1963, er elsti tunnil í Føroyum. Nakrar dagføringar eru gjørdar, men tunnilin er lágur og einbreytaður. Farleiðin liggur høgt, vegurin er smalur og í brattara lagi. Hvalbiartunnilin líkur ikki dagsins krøv til trygd, dygd og ferðslu. Verandi farleið er ein forðing fyri vinnumenning og útbyggingum norðan fyri tunnilin.
Nýggjur Hvalbiartunnil er ætlaður, og verklagslóg samtykt.
Tunnilin, sum er 2,5 km, verður eftir ætlan gjørdur frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba. Harumframt er vegagerð báðumegin tunnilin. Landsvegur verður gjørdur frá tunnilsmunnanum trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági, umleið 1 km. Harumframt verður landsvegur gjørdur frá tunnilsmunnanum hvalbiarmegin til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn, 2,3 km. Tunnilin liggur lágt, á 70 m hædd hvalbiarmegin og 100 m hædd trongisvágsmegin, og hallið á vegunum verður í mesta lagi 60 ‰.
Sí kortið.
Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av loysnini og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).
Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira. Tó kunnu verandi vegir verða nýttir til neyðsynjarflutning, tilbúgvingar, aðra møguliga farleið, tá arbeiði er í tunlinum ella í sambandi við ferðavinnu, og tá eru eisini útreiðslur til rakstur og viðlíkahald íroknaðar. Harafturat er játtanin til rakstur og viðlíkahald minni enn tað, sum mælt verður til, í mun til best hóskandi raksturin, og tí er sparingin lítil. Í hesi verkætlan er eingin avlopsvegur ella –tunnil, og tí er eingin sparing av rakstri og viðlíkahaldi.
Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.
Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.
Verkætlanin samtykt.
272 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 2,4 mió. kr.
Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing
Verkætlanin verður framtíðartryggjað soleiðis, at hædd verður tikin fyri eini framtíðar Suðuroyarfarleið. Loysnin er eisini lagað til ein møguligan umkoyringarveg um Hvalba við atliti at einum møguligum nýggjum Sandvíkartunli.
Eingin samvirkan er við aðrar verkætlanir. Grótið frá tunlinum kann nýtast til gerð av vegjaðarum í Suðuroynni sum heild.
4 ár
2017-2022